Minka um matoyðsl

Vit ynskja at taka ábyrgd og gera ein mun, tí hava vit í Á-samtakinum sett okkum fyri at minka um matoyðsl.

Vit vilja stimbra eini hugburðsbroyting og vóna, at tit vilja vera við!

Hvat er matoyðsl?  Tað, ið vanliga verður bólkað sum matoyðsl, er sjálvsagt matur, ið er etandi, men sum verður tveittur burtur. Her kann nevnast breyð, frukt, og grønmeti og døgurðarestir.

Tak faldaran um matoyðsl niður HER