DIY er blivið eitt væl móttikið rák, ið eisini ber brá av, at man endurnýtir ting og shine’ar tey upp.

Tað, ið fer at eyðkenna okkara DIY síðu, eru ting, ið verða endurnýtt, t.d. bakkar, íløt o.s.fr.
Tit eru vælkomin at senda tykkara íkast til okkara DIY síðu við telduposti til matoydsl@gmail.com
Sjálvgjørt er so sanniliga vælgjørt! 😉

Smákakublanding í glasi

Heimagjørd smákakublanding til mammuna á mammudegnum.

Tilfar til 20 stk.
· Glas: ca 0,75 l. Eplagløs rigga væl.
· 1 dl. sukur ella putursukur
· 1,5 dl. hveitimjøli
· ½ tsk. vakipulvuri
· 1 tsk. vaniljusukri
· 1 dl. havragrýni
· 1 dl. hakkaðari sjokulátu
· 1 dl. hakkaðum nøtum

Stoyt alt tilfarið í glasið eftir omanfyrinevndu raðfylgju. Eitt gott hugskot er at blanda hveitimjølið, bakipulvurið og vaniljusukrið saman áðrenn tú stoytir tað í glasið.

Set síðani lokið á og pynta tað soleiðis, sum tú hevur hug til.

Heft ein seðil á við hesum teksti: Píska 85 g av smøri “luftigt” og koyr síðani 1 egg í og píska væl. Ryst blandingin í glasinum og stoyt í deiggið. Rør tað væl saman. Ger 20 kúlur og legg tær á eina bakiplátu. Hettar skal bakast í 9-12  min. á 180°.

Instant kaffigløs

Ein øðrvísi háttur at brúka instant kaffigløs.

Prýdd eplagløs

Tómu eplagløsini hava hópað seg upp, nú jólini hava verið og nú er tíðin komin at endurnýta tey á onkran kreativan hátt.

Tilfar
•  Tóm og vaskaði eplagløs
•  Spray lím
•  Toy, band o.a.

Arbeiðsháttur
Vaska tómu eplagløsini, tak etikettirnar av og turka tey væl. Finn tær so gamlar avísir at hava sum undirlag. So er bara eftir at sproyta lím á gløsini og prýða gløsini við toyi – einans hugflogið setur mørk.

Tað ber eisini til at prýða lokið og so brúka gløsini til súltu o.a.

DIY dósir

Tilfar

•  Tómar og reinar dósir
•  Spray lím
•  Máling

Arbeiðsháttur
Lat hugflogið sleppa at spæla og ger tær antin urtapottafjalara, lanternu ella okkurt heilt annað.