![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/01/Box-Kovin-2-1.png)
Matur hoyrir ikki heima í skrellispannini
Avlop av mati kann brúkast í øðrum rættum ella frystast til eitt annað høvi. Ikki einans er hettar gott fyri umhvørvið og pengapungin, men tað lættir so sanniliga eisini um matgerðina ein annan dag.
Minst til at hava reinføri í ordan, tá ið tú fæst við restir!
Tit eru vælkomin at senda tykkara íkast til okkara kova við telduposti til matoydsl@gmail.com
Kips
við restum av rugbreyði
Rugbreyðskips
- Rugbreyð ella restir av rugbreyði
- 1 dl olju
- Salt
Sker breyðið í heilt tunnar flísar og sker so flísarnar í kvartar bitar.
Legg bakipappír á skuffuna og legg kvartu bitarnar á. Pensla teir væl við olju og stroy salt á.
Baka teir í 25-30 min. á 150°. Lat teir kølna og koyr teir so í eina krukku ella ílat við loki.
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2018/05/rugbrdschips-2851321_1920.jpg)
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/01/spagetti-pasta.jpg)
Spagetti/pasta
restir
Høsnarungarestir
á steikipannuna
Tað er neyvan bara hjá okkum, at høsnarungi ofta er eftir frá sunnudagsdøgurðanum. Við hesum rættinum fært tú brúkt restirnar og har við gjørt ein lættan og leskiligan rætt.
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/09/kyllingegryde.jpg)
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/01/Banan-isur800px.jpg)
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/05/Gronmetissupan800px.jpg)
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/01/cake-pops-684163_1920.jpg)
Stelkaslaw
við restu av brokkoli og blómkáli
Ongin orsøk at tveita stelkar burtur!
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/05/slaw.jpg)
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/05/pizza-snail.jpg)
Pitsasniglar
við restum av rugbreyði og tomatsuppu
Súreplabitar
við restum av havragreyti
Ger leskiligar súreplabitar við restunum av havragreytinum – gott sum eyka í matpakkanum.
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/05/sureplabitar.jpg)
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/04/summarrullur1.jpg)
SUMMARRULLUR
við restum
Eigur tú restir frá døgurðanum í gjár? Kanska fleskasteik, oksakjøt, fisk ella høsnarunga? So kanst tú gera tær hendan leskiliga rættin, sum eisini er stuttligur at seta saman. Hesar summarrullurnar, sum hava uppruna úr Vietnam, eru blivnar sera vælumtóktar heima í Føroyum.
LASANJA
við grønmeti
Lasanja er ein fastur táttur heima hjá okkum, tá ið køliskápið skal tømast. Tað eru ongar reglur fyri, hvat kann og hvat ikki kann fara í. Alt slag av grønmeti, salati og osti kann brúkast.
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/04/lasanja1.jpg)
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/04/Knekkbreyd.jpg)
KNEKKBREYÐ
við restum av greyti
Avlop av havragreyti kann eisini brúkast til annað enn fyllu í skrellispannini.
Blanda kjarnur og fræ eftir egnum ynski (dømi: sesam-, sólkjarnu- og hørfrø og graskerkjarnur) í avlopið av havragreytinum og smyr tað sum eitt tunt lag á bakipappír.
Stroyð kanelsukur oman á. Set síðani at baka á uml. 150° stigum, til knekkbreyðini eru gyltbrún og knasandi
– halt eyga við teimum so tey ikki brennast.
SUPPA
úr grønmetis- og høsnarungarestum
Tá ið tú steikir høsnarunga og hevur grønmeti saman við, so ber til at útvega ein leskiligan “fond” úr restunum.
Stelkar og endar av grønmetinum, umframt skrokkurin av tí stokta høsnarunganum, skulu í eina grýtu og smá kóka í 30 min. Síla síðani í eitt lufttætt ílat og stilla í køliskápið.
Nú hevur tú grundtilfarið til eina suppu, ið smakkar himmalskt!
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/04/Suppe-kylling-groent.jpg)
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/04/Rasp-web-1.jpg)
HEIMAGJØRT RASP
Eigur tú restir av rugbreyði, so ber til at gera tað um til rasp.
Breyðið skal vera turt, tað kann eisini turkast í ovninum. Brót síðani breyðið í minni stykkir og blenda tað til rasp.
KLATTAR
úr rísrestum
Restir av rísi rigga serstakliga væl at gera um til klattar.
Tilfar
2 koppar av kókaðum rísi
2 spsk. mjøl
1 spsk. sukur
1 tsk vaniljusukur
1 egg
Píska alt saman og stoyt smáar nøgdir á eina steikipannu. Júst á sama hátt sum, tá ið tú gert amerikanskar pannukøkur.
Tá ið klattarnir eru bakaðir, kanst tú stroya flormelis og ahornsiropp oman á.
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/04/Klattar.jpg)
![](https://matoydsl.fo/wp-content/uploads/2017/04/Skera-frukt-web.jpg)
RUDDA FRUKTKURVINA
Eru fruktirnar byrjaðar at síggja eitt sindur gamlar og “rukkutar” út, so ber til at baka tær.
Sker fruktirnar í stórar terningar (nærum øll frukt kann brúkast) og legg tær í eldfast fat og stroy sukur omaná.
Lat tær baka í ovninum í uml. 30 min. á 200°. Borðreið við vaniljuísi.