Popkúlur við restum av kaku
Eitt satt hitt til barnaføðingardagar!
Tilfar til 25 stk.
300 g kaku – sjokulátakaka ella onnur “føst” kaka
25 popkakupinnar
300 g konfektsjokulátu
Pynt (krymmel)
Krem
125 g rómaosti
25 g bleytum smøri
1 dl florsukri
Soleiðis gert tú
Morla kakuna í eina skál.
Píska rómaostin, smørið og florsukri í eini skál fyri seg. Tá ið hettar er pískað til eitt lekkurt krem, skal tað vendast saman við morlaðu kakuni. Stilla blandingina í køliskápið í áleið 1 tíma. Tak blandingina út úr køliskápinum og ger 25 kúlur.
Smelta sjokulátuna. Fyri at kúlan skal halda betri á pinninum, skulu pinnarnir áleið 2 cm niður í sjokulátuna og síðani stingast í kakukúlurnar. Tá ið hettar er gjørt skulu kúlurnar í køliskápið til sjokulátan er storknað.
So er bert eftir at klæða kúlurnar við sjokulátu og pynti/krymmel.
Hav tær á køl til tær skulu etast.