Fá urtir og grønmeti at vaksa av nýggjum
Visti tú, at…
…urtir og grønmeti kunnu vaksa av nýggjum?
……
Hvítleykur
Tak eitt fet av hvítleykinum ella brúka ein heilan hvítleyk

Set í eitt ílat og fyll vatn í, so tað bara dekkar botnin av hvítleykinum
……
Kál
Tak botnin av kálinum og set tað í eitt ílat við vatni, ið er áleið 2 fingrar djúpt

Tá ið kálið hevur fingið rót, ber til at planta tað í mold
……
Gularót
Sker toppin av og set í vatn

Tað grøna, ið grør frá toppinum kann brúkast í salatum
……
Basilikum
Tak 3-4 stelkar og set í eitt ílat við vatni

Tá ið røturnar eru áleið 5 cm kunnu stelkarnir setast í pott við mold
……
Sellarí
Sker botnin av sellarínum

Set í eitt ílat við vatni í 3 dagar

Hereftir kann tað plantast í mold

……
Leykur
Sker botnin av leykinum og ansa eftir at røturnar eru við

Lat torna í nakrar tímar

Planta síðani leykin í ein pott við mold