Ein týðandi partur í liðinum at basa matoyðsli, er at vit goyma rávørurnar á rætta hátt.

Hesin faldarin við góðum ráðum, um hvussu tú kanst goyma frukt og grønmeti á rætta hátt, er sendur øllum húskjum í Føroyum. Ókeypis eintøk eru eisini tøk í øllum Á handlum.

TAK FALDARAN NIÐUR HER >

Hvítleykur

Køliskáp: 6–7 mánaðir
Stovuhiti: 3–4 vikur

Avocado

Avokado heldur sær í 2–7 dagar, alt eftir hvussu búgvin hon er. Best er at goyma avokado í stovuhita.
Er avokadoin ikki búgvin, kanst tú leggja hana saman við búnari frukt, ið gevur evnið etylen frá sær, s.s. súrepli. Á henda hátt búnast hon skjótari!

Tomat

Tomat skal goymast í stovuhita, tí um hon verður løgd í køliskápið steðgar búningin, og hon missir bæði smakk og anga!