Pitsasniglar við restum av rugbreyði og tomatsuppu

Tvær flugur við eitt smekk – pitsasniglar og rugbreyð

Tilfar til 20 stk.
Deiggj
200 g rugbreyði
½ l vatn
10 g ger
1 tsk grovum salti
100 g rugmjøl (áleið 1¾ dl)
600 g hveitimjøli
Fylla
2 kókaði epli
2 dl Klassisk tomatsuppu frá Karolines Køkken
50 g Pitsaost
2 spsk fínt hakkaðum leyki
1 spsk oregano
Frískt pipar
100 g kókaðum ella royktum skinkubitum ella hamburgararygg

Soleiðis gert tú
Deiggj
Mola rugbreyðið í eina skál og stoyt vatn útyvir. Lat hettar standa í góðar 20 min. til rugbreyðið er bloytt. Rør gerina í rugbreyðsblandingina saman við saltinum og rugmjølinum. Koyr síðani hveitimjølið í og elt deiggið væl. Lat ganga í einar 45 min.
Tá ið deiggið hevur gingið skal tað aftur eltast væl. Tak so  400 g av deigginum til pitsasniglar. Rulla tað út á eina bakiplátu ( 35 x 35 cm).

Fylla
Mosa kókaðu eplini við einum gafli og blanda síðan tomatsuppu, ost, leyk, oregano og pipar í.
Smyr fylluna á pitsadeiggið og legg skinkubitarnar á. Rulla so deiggið júst sum eina rullikaku og sker rulluna í 20 skivar/sniglar. Legg sniglarnar á eina bakiplátu og trýst teir eitt sindur niður. Lat sniglarnar ganga í 20 min. og baka teir mitt í ovninum á 200° í 25 min.

Restin av deigginum

Restina av deigginum kanst tú koyra í ein breyðform og lata tað ganga eina løtu meðan pitsasniglarnir baka. Baka breyðið mitt í ovninum á 200° í 35 min.