Hvat kanst tú gera?
Ein stórur syndari innan matoyðsl er innkeypið. Tískil er sera týdningarmikið, at tú ert væl fyrireikað/ur, áðrenn tú fert til handils.
Tolin trívst – gev tær stundir at kanna, hvat tú eigur inni av mati, áðrenn tú fert av húsum at keypa inn.
Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt – Ein vikuætlan fyri døgurðarnar kann vissa tær, at tú ikki keypir óneyðuga vøru.
Mangir løkir smáir gera stórar áir – Fyrireika ein innkeypslepa og hugsa væl um, hvat tær tørvar og fylg við, hvat tú leggur í innkeypskurvina.
Alt er hinum svanga søtt – Tú mást ikki vera gorhungrað/ur, tá ið keypir inn, tí tá vísir tað seg, at tú keypir óneyðuga nógv inn. So et t.d. eitt súrepli, áðrenn tú skalt keypa inn.