Stelkasalat við restum av brokkoli og blómkáli
Ongin orsøk at tveita stelkar burtur!
Tilfar til 4 persónar
2 dl súrróma 18%
¾ spsk flótandi hunangi
1 spsk dijonsinopi
1 tsk sitrónskali (ósproytað)
2½ spsk frískpressað sitronsaft
125 g brokkoli – bert stelkin
325 g blómkál við stelkinum
4 bløð av blómkálinum
1 dl fínt hakkaðari myntu
50 g dadlum
Pynt
myntu
dadlur
Soleiðis gert tú
Blanda súrróman, hunangin, sinopin, sitrónskalið og –saftina. Sker bokkoli- og blómkálsstelkarnar, umframt blómkálið fínt og vend tað so í dressingin saman við myntuni. Allar seinast skulu dadlurnar hakkast fínt og vendast í.
Hugskot
Hevur tú restir av rísi, kanst tú koyra tað í fyri at geva eyka fyllu.